Innanlands

Annika innsett í embætið sum sóknarprestur

Í gjár varð Annika Magnussen Gaard innsett í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi

(Mynd: Rúni Thomsen/Fólkakirkjan)

(Mynd: Rúni Thomsen/Fólkakirkjan)

2023-10-09 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár 8. oktober varð Annika Magnussen Gaard innsett í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Uni Næs, dómpróstur skipaði nýggja sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Tvøroyrar kirkju.

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri í fjør. 17. september varð hon prestvígd í Havnar kirkju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder