Innanlands

Annika Magnussen Gaard prestvígd

Annika, sum varð prestvígd 17. september, byrjar í kallinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi í oktober

(Mynd: J.Kr. Vang/folkakirkjan.fo)

(Mynd: J.Kr. Vang/folkakirkjan.fo)

2023-09-24 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 17. september prestvígdi Jógvan Fríðriksson, biskupur, Anniku Magnussen Gaard í Havnar kirkju.

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022. Á heysti sama árið, gekk hon á Pastoralseminariinum, har hon var í starvsvenjing í kirkjuni í Vangede.

Annika byrjar í kallinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi í oktober. Uni Næs, dómpróstur skipar nýggja prestin í embætið sunnudagin 8. oktober klokkan 11.00 í Tvøroyrar kirkju, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder