Sunnudagin 8. oktober byrjar Annika Magnussen Gaard í embætinum sum nýggjur sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.
Tað er Uni Næs, dómpróstur, ið skipar nýggja sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Tvøroyrar kirkju sunnudagin klokkan 11.
Annika er kallað at vera sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri frá 1. oktober.
Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022.
Annika Magunssen Gaard varð prestvígd í Havnar kirkju – dómkirkjuni 17. september.
Tað eru tveir sóknarprestar í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hin sóknarpresturin er Hanus Pál Jógvansson, sum býr í Leirum í Hvalba.
Kirkjurnar, ið hoyra til Suðuroyar norðara prestagjald eru: Tvøroyrar, Fámjins, Hvalbiar, og Sandvíkar kirkja og Bønhúsið í Øravík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald