Innanlands

Annika Olsen: Illvilji í løgtinginum móti innkomuvegnum

Video: - Tað hevur verið ein ótrúliga stórur illvilji ímóti hesari loysnini í Havnini, sigur fyrrverandi borgarstjóri í Havn og løgtingslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-03-02 15:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í áravís hevur verið keglast aftur og fram um innkomuvegin til høvuðsstaðin. Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu var málið um at játta pening til forkanningar av tunli úr Villingardali og til Hotel Føroyar viðgjørt.

Og tað er júst tunnilin, sum er orsøkin til at málið ikki verður loyst, sigur Annika Olsen, sum hevur sitið sum borgarstjóri seinastu fýra árini og eisini er løgtingslimur.

- Har uppi í løgtinginum er illviljin ómetaligur stórur. Tí man heldur ikki, tað er ein landsuppgáva at gera ein tunnil undir Havnina. Man heldur kanska, at tað er ein landsuppgáva, at gera vegaføringina frá Kaldbaksvegnum og niðan í Villingardal, sigur Annika Olsen.

Hon sigur tó, at landsstýrið tá bara ætlaði at gera sonevnda millumstykkið, men ikki dýru vegastykkini, sum eru frá Kaldbaksvegnum og niðan á Skarðhjalla, og so tunnilin millum Villingardal og Hotel Føroyar. Tað vildi Annika Olsen ikki tá hon var borgarstjóri.

- Man gloymdi parturin frá Kaldbaksvegnum og niðan á Skarðshjalla, sum skal leiða ferðsluna vestri frá. Tað er tann dýri parturin, segði Annika Olsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder