2020-12-03 06:44

Hóast tað hevur verið ógvuliga hált nærum kring alt landið, so eru ongi hálkuóhapp fráboðað í nátt.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini boðar frá, at talan hevur verið um eina stak friðarliga nátt.
Landsverk biður bilførarar koyra varðliga nú í morgunferðsluni. Sagt verður, at roknast kann við hálku yvir stórt sæð alt landið – tó eru ongar slíkar ávaringar úr Norðoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald