2021-01-21 08:58

Løgreglan ávarar í morgun um, at tað er hált nógva staðni kring landið orsaka av kavanum, sum er komin niður í nátt.
Løgreglan hevur annars havt eina friðarliga nátt – einasta uppgávan hevur verið at taka nakrar nummarplátur av bilum, hvørs eigarar ikki hava goldið hvørjum sítt.
Tíðindamiðilin jn.fo hevur í morgun mynd av einum bili, sum er endaður í fjøruni í Miðvági. Men hendingin var eftir øllum at døma ódramatisk, tí ongin persónur var í bilinum, skrivar jn.fo.
Løgreglan kennir onki til málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald