Trummusláarin og kapellmeistarin, Claes Antonsen, er ikki longur ein partur av The Antonelli Orchestra.
Harvið er eisini trupulleikin, sum fyrireikarin av Voxbotn-koncertdegnum kom út í í gjár loystur. Tá boðaði sangarinnan Tessa frá, at hon ikki fór at spæla saman við The Antonelli Orchestra orsaka av tí, sum kom fram um seksistiska niðurgerð í sendingini “Sexisme i musikbranchen” hjá DR.
Ein av teimum, sum verður skuldsettur fyri ólátaðan atburð, var júst kapellmeistarin í The Antonelli Orchestra. Hetta orkestri verður við á Voxbotn í ár, fyri at spæla undir hjá fleiri donskum sangarum.
Í dag boðaði Claes Antonsen fleiri konsertfyrireikarum frá, at hann tekur seg úr The Antonelli Orchestra. Hetta veit Ekstra Bladet at siga.
Les eisini grein í gjár: Tessa kemur til Føroya kortini
Nógv umrøddi dokumentarurin hjá DR sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald