Tað er ein misskiljing at eitt av stóru nøvnumum á Voxbotn skal hava avlýst. Hon kemur til Føroya at spæla, og fer at framføra til ásettu tíðina, men tað verður uttan The Antonelli Orchestra, upplýsir Rúni Djurhuus, fyriskipari av Voxbotn.
Tað er í kjalarvørinum av dokumentarinum "Sexisme i musikbranchen" at rapparin Tessa hevur boðað frá, at hon framyvir ikki fer at spæla saman við The Antonelli Orchestra, og tað kann skiljast sum um, at hon ikki kemur á Voxbotn.
Bólkalimurin verður í dokumentarinum lagdur undir at hava óhóskandi viðmerkingar til kvinnuligar tónleikarar, hann hevur spælt saman við.
- Eg vil á ongan hátt setast í samband við hendan bólkalimin - og restin av bólkinum hevur helst verið við til at halda hesa mentanina og lata hann uppføra seg soleiðis, sigur Tessa við miðilin BT.
Tessa hevur eina ferð áður spælt við The Antonelli Orchestra, sum millum annað er fast orkestur í Toppen af Poppen og Vild Med Dans, men tað verður altso ikki framyvir.
Á Voxbotn 29. juni og til eina framførslu á Clarion Hotel í desember var annars ætlanin, at tey skulu spæla saman.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Les eisini: Jokeren á Voxbotn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald