Uttanlands

Apple fer at avdúka iPhone 16 skjótt

Sambært altjóða miðlum verður tað á stórum tiltaki í Kalifornia 9. september. Vitlíki-funkur fara at vera við

Tann fyrsta í røðini kom í 2007 - nú verður aftur ein nýggj iPhone at fáa

Tann fyrsta í røðini kom í 2007 - nú verður aftur ein nýggj iPhone at fáa

2024-08-28 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani tann fyrsta iPhone'in kom á marknaðin í 2007 er heilt nógv broytt, í mun til nýtslu og møguleikar á snildfon-økinum.

Tað eru 17 og eitt hálvt ár síðani, Apple hevur allatíðina arbeitt fyri at menna tí vøru, sum gevur tøknirisanum størst inntøku. Skjótt er tað nýggjasta slagið av snildfon heilt til reiðar

Í gjár skrivaðu The Independent og aðrir stórir altjóða miðlar, at enn ein iPhone verður avdúkað tíðliga í næsta mánaða.

Tað verður eftir ætlan mánadagin 9. september í amerikanska statinum Kalifornia. Talan er um nummar 16 í røðini

Umframt nakað betri kamara og skjótari flískort enn tær undanfarnu, verður iPhone 16 eisini merkt av AI.

Vitlíki hevur gjørt sítt inntriv í samfelagið, og sambært The Independent bendir nógv á, at ymsar funkur vera, ið kunnu setast í samband við AI.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder