Ben Arabo er ikki longur stjóri í Betri. Tað avgjørdi nevndin í Betri P/F á nevndarfundi í gjárkvøldið. Orsøkin til uppsøgnina eru samstarvstrupulleikar innanhýsis í samtakinum, sigur Betri í tíðindaskrivi seinnapartin.
Tað var 1. desember í fjør, at Ben Arabo tók við sum stjóri í Betri eftir at Súni Schwartz Jacobsen var farin úr starvi nakrar mánaðir fyrr.
Fráfaringarlønin hjá Súna Schwarts Jacoben var tó væl hægri enn tann, sum Ben Arabo fær við sær, nú hann ikki longur er stjóri í samtakinum.
Schwartz fekk slakar 9 milliónir í fráfaringarløn og sambært roknskapinum fyri 2017 hjá Betri-samtakinum fær Arabo 2,6 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald