
Heilsumálaráðið arbeiðir við málinum at fáa eina skipan við kommunulæknum
knýttum at ellis- og røktarheimum kring landið.
Tað upplýsir Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Kristionnu Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum.
Arbeiðið verður gjørt í stigum, og fyrsta stigið verður at gera nakrar royndarskipanir, sum verða royndar á útvaldum ellis- og røktarheimum saman við ávísum kommunulæknum.
– Eftir summarsteðgin verður farið undir at gera uppskot til innihald í royndarskipanunum. Ein partur av hesum arbeiði er at lýsa, hvat krevst fyri at seta eina slíka skipan í verk. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi millum kommunulæknar og leiðslurnar á ellis- og røktarheimunum, sum luttaka í royndarskipanini umframt Heilsutrygd og Heilsumálaráðið, sigur landsstýriskvinnan.
Súsanna Bertholdsen upplýsir, at ætlanin er at fara undir royndarskipanirnar tíðliga í heyst, og tá royndartíðarskeiðið er lokið, verða royndarskipanirnar eftirmettar. Síðani verður støða tikin til, hvussu ein skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimum kann gerast.
Landsstýriskvinnan vísir á, at tað eru fleiri fyrimunir við slíkari skipan, har kommunulæknin er knýttur at ellis- og røktarheimi.
– Royndir úr Danmark vísa, at ein sonevndur røktarheimslækni, ið regluliga vitjar búfólk, kann fylgja heilsustøðuni og sjúkugongdini hjá teimum og tryggja, at búfólk fáa rættari og betri viðgerð og heilivágsviðgerð. Heilsustøðan hjá búfólkunum kann yvirskipað gerast betri. Skipanin kann eisini fyribyrgja, at búfólk verða innløgd á sjúkrahús óneyðugt. Fyri Sjúkrahúsverkið er tað ein fyrimunur, at bert tey, sum hava tørv á innlegging, verða innløgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald