Innanlands

Arbeiða við at senda sjúku russararnar til Danmarkar

Russiski trolarin Yantarnyy liggur nú avbyrgdur við havnarlagið á Oyrarreingjum

Yantarnyy sjálvur triðji í Norðhavnini um ólavsøkumundið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Yantarnyy sjálvur triðji í Norðhavnini um ólavsøkumundið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-24 18:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir báðir russarnir, sum komu sjúkir inn á Kollafjørð við russiska trolaranum, Yantarnyy, eru so illa fyri, at teir liggja í andingartóli, respiratori, á Landssjúkrahúsinum.

Og nú arbeiðir leiðslan á sjúkrahúsinum við at kanna møguleikan at flyta russisku sjómenninar til Danmarkar til viðgerðar

Les eisini: Fleiri smittutilburðir umborð á russiskum trolara 

Hetta verður gjørt fyri at sjúkrahúsverkið kann standa tilbúgvið, um so er at aðrir sjúklingar skulu fáa brúk fyri intensivari viðgerð.

- Vandin er, at skipanin verður troyttað, um tað eru nógvir sjúklingar, sum hava tørv á intensivari viðgerð. Tí arbeiða vit við at flyta hesar báðar russararnar til Danmarkar, segði Tummas í Garði, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum við útvarpið hjá Kringvarpinum fyri løtu síðani.

Yantarnyy er trolarin, sum lá í Norðhavnini í Klaksvík samstundis sum korona var staðfest umborð á einum øðrum trolara, Karelia, og á farmaskipinum Cassiopea.

Ætlanin var at kanna manningina umborð á Yantarnyy fyri korona, men skiparin var ikki áhugaður í hesum, og valdi at fara aftur til fiskiskap, hóast hugsast kann, at manningin hevur havt samband við fólk av hinum báðum skipunum, ið hava verið smittað.

Nú kom trolarin so aftur til føroyska havn við tveimum sjúkum monnum, sum vístu seg at hava covid-19. Tá manningin varð kannað á bryggjuni á Oyrarreingjum, vísti tað seg, at 29 av 77 vóru smittað við korona.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder