Innanlands

Arbeiðarafeløg: Hesir bólkar eru ikki fevndir av verkfallinum

Talan er um tey sum starvast innan aling av laksi og smolti á sjógvi og á landi - eisini formenn, dagrøktarar hjá kommunum, og vaktarfólk sum arbeiða hjá trygdarfelag sambært sáttmálanum um vaktarhald

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-13 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á midnátt byrjar verkfallið hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum – Havnar Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Í hesum sambandi boða feløgini frá, at ávísir bólkar ikki eru fevndir av verkfallinum.

Talan er um:

  • Tey sum starvast innan aling av laksi og smolti á sjógvi og á landi (vanliga nevndir alarar). At rokna uppí eisini formenn.
  • Dagrøktarar hjá kommunum.
  • Vaktarfólk sum arbeiða hjá trygdarfelag sambært sáttmálanum um vaktarhald.

Ósemja er tó um, hvørt verkfallið eisini fevnir um tey, sum arbeiða hjá landi og kommunum. Les meira her.

Dagførd kl. 12.23:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder