- Seinastu vikurnar hava veruliga víst, hvussu stóran leiklut okkara limir hava. Samfelagið liggur í stóran mun lamið.
- At bjóða okkum á fund, og vænta, at vit flyta okkum júst nú, tá tað veruliga sansar at hjá vinnuni, er ikki ein semingsroynd, men at halda okkum fyri háð og spott.
Tað siga arbeiðafeløgini í skrivi í kvøld.
- Okkara krav, at eitt verkafólk skal kunna liva av síni løn, er heilt ófrávíkiligt, siga tey.
Semingsstovnurin hevur seinastu dagarnar prátað við partarnar, og í dag var ein roynd gjørd at lodda dýpið, og um partarnir vóru sinnaðir at flyta seg, varð farið undir samráðingar í morgin. Hetta verður tó ikki, og verkfallið heldur fram.
- Hvønn dag verða vit undirdýkt við fyrispurningum um undantøk frá størstu arbeiðsplássunum í Føroyum. Tey skuldu heldur sett seg í samband við Arbeiðsgevarafelagið og biðið teir givið sínum starvsfólki eina løn, ið tey kunnu liva av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald