
Í dag hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag 119 ára stovningardag, og í kvøld klokkan 19.45 spælir besta mansliðið hjá KÍ Europa League playoff-dyst á Tórsvølli.
Fyri at felagið einaferð kann hava møguleika at hýsa slíkum dystum á Djúpumýru - og fyri at KÍ skal tryggja sær at evropeiskir dystir og landsdystir yvirhøvur kunnu spælast í Klaksvík - eru umráðandi stig nú tikin.
Klaksvíkar kommuna boðar frá, at gongd veruliga er sett á arbeiðið at víðka stadionøkið á Djúpumýru seinnapartin. Grabbin varð settur í fyri løtu síðani.
Mynd tikin frá nýggja skýlinum yvirímóti rennibreytini og nýggja vøllinum. Tað er hornið her, ið skal gerast (Mynd: klaksvik.fo)
(Mynd: klaksvik.fo)
Arbeiðið fevnir millum annað um at útbyggja sitiplássini upp til 1.500 pláss, ið er minsta kravið, umframt at fleiri vesi og fleiri handikap vinarlig pláss verða útvegað, skrivar klaksvik.fo.
Arbeiðið merkir, at ferðslan eftir J. Waagsteinsgøtu til Svimjihøllina verður tarnað nakað. Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu at vísa varsemi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/07/13/gallery-thumbnail/1626193936ze2rzg4ub6.jpg)
Mynd: Sverri Egholm
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/08/24/gallery-thumbnail/1692884669qt3gs2bzv5.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald