Innanlands

Arbeiðið hjá SEV í Eysturoyartunlinum liðugt

Seinastu fýra mánaðirnar hava montørar hjá SEV arbeitt við streymveitingini – Tilsamans 33.680 metrar av káplum eru lagdir í tunnilin, sum er góðar 11 km langur

Montørar hava arbeitt í fýra mánaðir við stremveitingini í Eysturoyartunlinum (Mynd: SEV)

Montørar hava arbeitt í fýra mánaðir við stremveitingini í Eysturoyartunlinum (Mynd: SEV)

2020-11-13 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu fýra mánaðirnar hava montørarnir hjá SEV arbeitt við streymveitingini í Eysturoyartunlinum, og tað arbeiðið er nú liðugt, boðar elfelagið frá á heimasíðuni.

– Tunnilin sjálvur brúkar líka nógvan streym sum ein hampuliga stór bygd, sigur Henrik Eskildsen, kaðal- og linjumeistari hjá SEV.

– Tunnilin er góðar 11 km langur, og umframt ljós í tunlinum, verður streymur eisini brúktur til pumpurnar, sum halda tunnilin turran og vifturnar, sum tryggja luftgóðskuna í tunlinum.

Tilsamans 33.680 metrar av káplum eru lagdir í tunlinum. Harav eru 12.050m av 60kV kápli og 21.630 m av 20 kV kápli.

Umframt streym til sjálvan tunnilin, er nú kápulsamband millum Sundsverkið og Eysturoynna ígjøgnum tunnilin. Hetta fer at økja um kapasitetin og styrkja sambandið millum Sund og Eysturoynna, sigur SEV.

Higartil hevur sambandið millum Sundsverkið og Eysturoynna verið umvegis sjókáplar og loftlinjur. Sjókáplar hava avmarkaða livitíð og verða tiknir upp, nú samband er ígjøgnum tunnilin. Loftlinjurnar verða við tíðini eisini tiknar niður, men ikki beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder