Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl, og eftir ætlan verður tunnilin skotin í gjøgnum í november.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning hjá Sólvit Nolsø úr Framsókn.
Fyrsta skotið var latið fyri nærum trimum árum síðani, 5. november 2020. Dalstunnilin verður 2.165 metrar, og tilhoyrandi vegagerð 300 metrar.
Í 2024 verður hildið fram við arbeiðinum inni í tunlinum við at gera tunnilsvegin, tryggja tunnilin til almenna ferðslu og annað. Ætlanin er eisini at breiðka verandi vegir báðumegin tunnilin, soleiðis at tað verður høgligari at koyra.
– Partur av vegnum í Húsavík er breiðkaður, men arbeiðið er ikki liðugt enn. Ætlanin er fyrst at breiðka vegin, har landið longu eigur økið fram við vegnum. Hetta merkir, at vegurin ikki fær fulla breidd allan vegin. Tó er møguleiki at gera hetta seinni, um tørvur er á tí, sigur Dennis Holm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald