2021-09-06 15:22
            
        
        
                
            Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt AFF, hevði týsdagin 31. august ársaðalfund.
 
Fyri vali á aðalfundinum stóð Jean Djurhuus, og hann var afturvaldur. Sitandi nevnd heldur sostatt áfram, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuna.
Í nevndini sita Jean Djurhuus, Árni Ellefsen og Marner Mortensen. Nevndin hevur skipað seg við Jean Djurhuus sum formanni.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald