Innanlands

Arbeiðsleys fáa ikki eins nógv

Tey sum fáa lønarískoyti frá ALS orsakað av koronavirusinum fáa 20.000 krónur. Trivnaðarnevndin og Vinnunevndin vísa á, at tað er skevt og óheppið at tey fáa meira enn tey arbeiðsleysu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-07 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki meiriluti í stýrinum hjá ALS, um at gjaldið til tey arbeilysi skal hækkast til 20.000 krónur. Hetta er greitt, eftir at stýrið hevur viðgjørt hetta.

Tað skrivar Kringvarpið. Orsøkin til at hetta er komið upp er, at tey sum fáa lønarískoyti útfrá hjákparpakkunum íð varð gjørdur í samband við koronavirusið, fáa 20.000 krónur. 

Les eisini: Nú hava yvir 3.000 umsøkjarar fingið lønarískoytið

Hetta hava Trivnaðarnevndin og Vinnunevndin hjá Løgtinginum nevnt í sínum álitum um lønarískoyti til fólkapensjónistar. Har stendur, at tað er skeivt og óheppið, at arbeiðsleys fáa í mesta lagi 17.500 um mánaðin, meðan lønarískoytið er 20.000 krónur.

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í Als-stýrinum, sigur við Kringvarpið, at málið um at hækka útgjaldið til arbeiðsleys er ikki á borðinum hjá stýrinum nú.

Talið av arbeiðsleysum er hækkað seinastu vikurnar. 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder