Hagstovan hevur í dag kunngjørt tølini fyri arbeiðsloysi fyri mai mánaða. Tað vísir ein "nátúrligan" vøkstur í arbeiðsloysinum orsakað av koronastøðuni.
Í februar var arbeiðsloysi bert 1,2 prosent - 366 fólk. Tveir mánaðar seinni var tað 1,7 prosent og 512 fólk, og síðani var ein lítil vøkstur frá apríl til mai, har 523 vóru arbeiðsleys. Tað svarar til 1,8 prosent.
Størsta arbeiðsloysi í mai mánaða var í Suðuroynni - 6,3 prosent.
Tølini frá Hagstovuni
Tá tølini fyri mánaðirnar aftaná mai verða gjørd upp, fer tað allarhelst at vísa, at tað gongur niðureftir aftur - tað vil siga siga rætta vegin. Í løtuni eru 419 arbeiðsleys skrásett hjá ALS í mun til 443 í síðsta mánaða. Tað skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald