Í apríl var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent. Tað er 0,3 prosentstig hægri enn í apríl í fjør og svarar til 310 fulltíðararbeiðsleys.
Í apríl 2023 var arbeiðsloysið var 0,7 prosent, sum tá svaraði til 229 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin.
359 persónar vórðu raktir av arbeiðsloysi í apríl - 92 fleiri enn í apríl í fjør. 31 persónar - ella 8,6 prosent av teimum arbeiðsleysu - vóru langtíðararbeiðsleys, ið merkir at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,1 prosentstig lægri samanborið við sama tíðarskeið í fjør, men talið á persónum er tó vaksið við fimm.
Í apríl vóru 180 fulltíðararbeiðsleysir menn og 130 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, ið svarar til ávikavist 1,1 og 0,9 prosent. Hetta er ávikavist 0,4 og 0,1 prosentstig hægri samanborið við apríl í fjør.
Arbeiðsloysið var størst í Suðuroynni, har tað var 3,1 prosent - 1,8 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í Norðoya øki og Sandoyar øki var arbeiðsloysið minst við 0,4 prosentum, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald