Innanlands

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í september

318 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í september, og 40 vóru langtíðararbeiðsleys

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-10-26 15:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í september var arbeiðsloysið í Føroyum 0,8 prosent, svarandi til 256 fulltíðararbeiðsleys.

Tað er 0,1 prosent fleiri enn í september í fjør, tá arbeiðsloysið var 0,7 prosent og svaraði til 210 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Í september vóru 318 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 84 fleiri í mun til somu tíð í fjør.

40 persónar, ella 12,6 prosent av teimum arbeiðsleysu í september, vóru langtíðararbeiðsleys. Hetta merkir, at tey hava verið arbeiðsleys í yvir eitt ár. Tað eru tíggju fleiri enn í september í fjør. 

Størsti bólkur av teimum arbeiðsleysu í september høvdu verið arbeiðsleys millum hálvt og heilt ár, skrivar Hagstovan.

Í september vóru 153 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 0,9 prosent - 0,2 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør.

Hjá kvinnum var arbeiðsloysið á sama støði sum í fjør við 0,7 prosentum. í september vóru 103 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, og tað eru 10 fleiri enn í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder