Innanlands

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

Arbeiðsloysið í oktober 2025 var á áleið sama støði sum í oktober 2024

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2025-11-25 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í oktober var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent, og tað er á sama støði, sum fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan.

303 persónar vórðu raktir av arbeiðsloysi í oktober - 116 kvinnur og 187 menn.

Tað eru 34 færri persónar enn í oktober í fjør - 13 færri kvinnur og 21 færri menn.

Talið á arbeiðsleysum í oktober svarar til 264 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 12 færri enn í oktober í fjør - 101 kvinna og 163 menn.

Í oktober var arbeiðsloysið størst í Suðuroynni við 1,5 prosentum - 0,5 prosentstig hægri enn í oktober í fjør. Lægsta arbeiðsloysið var í Norðoyggjum við 0,4 prosentum.

41 persónar - ella góð 13 prosent av teimum, sum vóru arbeiðsleys í oktober, vóru langtíararbeiðsleys. Hetta merkir, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Hetta talið er á áleið sama støði sum í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder