2021-09-01 15:12

Fyri løtu síðani var eitt arbeiðsóhapp á Strondum.
Sum skilst var talan um ein persón, sum fekk okkurt í høvdið, tá hann arbeiddi við eini hús, og løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið.
Hvussu støðan er hjá persóninum veit løgreglan ikki at siga, men vaktleiðarin upplýsir, at viðkomandi var við vit, tá hann fór í sjúkrabilin.
Um talan var um privat ella vinnuligt arbeiði er ikki greitt, men Arbeiðseftirlitið er kunnað, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald