Innanlands

Arbeiðsóhapp í Runavík

Seinnapartin í gjár datt ein maður av einum byggipalli og fekk so álvarsligan skaða, at hann varð fluttur til Danmarkar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-06 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint eftir klokkan 16 í gjár varð boðað frá einum arbeiðsóhappi í Runavík.

Ein maður datt og fekk álvarsligan skaða, tá byggipallurin, hann stóð á koppaði.

Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, og tað var Arbeiðseftirlitið eisini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Støðan var so mikið álvarsom, at maðurin varð fluttur til Danmarkar til nærri viðgerð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder