2025-11-12 11:17
Ein syrgilig arbeiðsvanlukka í goymsluni hjá PM Heilsølu hevur kravt eitt mannalív.
Vanlukkan hendi í gjárkvøldið, tá 42 ára gamli maðurin var einsamallur til arbeiðis. Ein bilstjóri, sum seinni kom á staðið varnaðist vanlukkuna, har ein goymslumaður var kleimdur millum ein trukk og eina hill í goymsluhøllini. Hetta hevur stjórin á PM Heilsølu váttað fyri Kringvarpinum.
Eftir mannin sita kona og trý smá børn.
PM heilsølan hevur stongt í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald