Innanlands

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Vanlukkan hendi í haganum nærhendis Selatrað. Ein maður datt niður úr einum steyra og doyði av løstinum

2025-07-09 18:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag hendi ein syrgilig arbeiðsvanlukka í haganum nærhendis Selatrað.

Hesum boðar Sev frá á heimasíðuni.

Meðan arbeitt varð uppi í einum elsteyra, datt ein av monnunum niður úr steyranum.

Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu men doyði tíverri av løstunum.  

Til ber ikki at siga nakað um orsøkina til hendingina, fyrrenn nærri kanningar eru gjørdar, upplýsir Sev.

Familjan hevur fingið boð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder