Innanlands

Arbeitt verður við bústaði til 44 arbeiðsfólk

Í sambandi við at arbeiðið við tunlunum ”norður um fjall” nú fer í gongd, so hevur Articon vent sær til Klaksvíkar kommunu um at útvega eitt øki á 2000 fermetrar, har ein sokallaður skúrbýur skal hýsa arbeiðsfólkum, meðan arbeiðið er í gongd

2021-09-15 15:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Samskift hevur verið við Articon um, at økið norðan fyri Valrætt kann nýtast til endamálið.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at kommunan arbeiðir í løtuni við einari aðrari ætlan fyri økið norðan fyri Valrætt, sum seinni skal viðgerast í nevndum og býráði. Við hesari ætlanini ber til at gagnnýta øki meðan arbeitt verður við teimum ætlanunum.

Sambært samferðsluætlanini hjá Landsverki byrjar arbeiðið, at fremja umkoyringarvegin undir Kjøli, ikki fyrr enn í 2026. Linjuføringin fer ígjøgnum økið norðan fyri Vælrætt, har ætlanin var at byggja ein barnaansingarstovn. Leiguavtalan við Articon skuldi tí ikki órógva møguligar ætlanir hjá kommununi, men gevur høvi at arbeiða við einari skipan av økinum, sum tekur hædd fyri landsvegi og nýbygging í økinum norðan fyri Valrætt.

Articon stendur fyri øllum arbeiðinum at gera klárt, og skal skipa grevstur og planering, soleiðis at hædd verður tikin fyri framtíðar nýtslu av økinum.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at málið um skúrbýin verður lagt fyri á komandi býráðsfundi. Undirtøka er fyri málinum. Umsitingin hevur útskrivað graviloyvið, soleiðis, at Articon beinanvegin kann fara undir fyrstu fyrireikingarnar. Tað verður tó ikki fyrr enn eftir býráðsfundin, at skúrbýurin veruliga byrjar at taka skap.

– Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder