Innanlands

Arctic Mayors’ Forum í Føroyum í oktober

Tórshavnar kommuna er stovnandi limur í felagskapinum og verður vertur fyri fundi í heyst

2020-06-25 22:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arctic Mayors’ Forum er lokala røddin í arktiskum politikki. Arbeitt verður við at fáa Arctic Mayors’ Forum eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum til tess at fáa lokala atlitið við í framtíðina í Arktis

Hetta verður eitt av málunum á skrá, tá ið borgarstjórar úr arktisku londunum hittast í Tórshavn 8. oktober. 
 
- Tað hevur stóran týdning, at fundurin verður hjá okkum, tí vit kunnu vísa borgarstjórum úr øllum londunum í Arktis, hvat Havnin er, og Føroyar eru.
 
Hetta sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, við heimasíðuna hjá kommununi.

Borgarstjórin var seinnapartin í gjár á fundi við borgarstjórunum í arktisku londunum. Fundurin varð hildin á netinum, og har varð millum annað fundurin, sum verður í Havn í oktobur, umrøddur.

Tórshavnar kommuna er stovnandi limur í Arctic Mayors' Forum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder