Innanlands

Árliga íløguavkastið hjá føroysku feløgunum munandi lægri enn hjá donskum feløgum

Tryggingareftirlitið hevur gjørt eina kanning, sum samanber avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, og kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum frá 2019 - 2023 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 3,2 %, meðan avkastið hjá donskum feløgum var 6,8 %

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-12-18 18:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kanningin er ein liður í at fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum. Talan er um ta fjórðu kanningina av hesum slagi.

Endamálið við kanningini er einans at samanbera samlaða árliga íløguavkastið hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Kanningin kann ikki nýtast sum ein forsøgn um framtíðar íløguavkast.

Kanningin vísir, at í tíðarskeiðinum frá 2019 - 2023 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 3,2 %, ið er munandi lægri enn avkastið hjá donskum feløgum, sum var 6,8 %. Ein tílíkur munur hevur eisini verið í 10-ára tíðarskeiðinum 2014 – 2023, tá árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal var 3,0 % í mun til 6,0 % hjá teimum donsku feløgunum.

Ein høvuðsorsøk til lægra íløguavkastið er, at føroysku feløgini hava sett sínar íløgur øðrvísi saman enn donsk feløg. Tey føroysku feløgini hava søguliga havt ein varnari váðaprofil, har tey hava sett ein munandi størri part av íløgunum í lágrentu stats- og realkreditlánsbrøv og ein munandi minni part í partabrøv. Hesin munur er minkaður, serliga seinnu árini.

Miðal íløguavkastið hjá teimum einstøku føroysku feløgunum, sum vóru virkin í 2023, liggur ímillum 3,2 % og 3,5 % í tíðarskeiðnum 2019 – 2023, og millum 2,8 % og 3,4 % í tíðarskeiðnum 2014 - 2023.

Árliga íløguavkastið í miðal hjá feløgunum lýsir, hvat eftirlønarsamanspararnir sum samlaður bólkur í mesta lagi kann fáa. Sostatt sigur hetta einki um, hvussu stórt avkast tann einstaki eftirlønarsamanspararin í veruleikanum fær, tí at avkastið til tann einstaka kann vera treytað av t.d. váða, aldri, produktum, garantium, kostnaði, skatti, bonus v.m.

Íløguavkastið hevur sera stóran týdning fyri støddina á eftirlønarsamansparingini í longdini. Hetta kann lýsast við einum dømi um ein eftirlønarsamansparara, ið tjenar 30.000 kr. um mánaðin og rindar 15 % í eftirløn, sum svarar til 2.700 kr. um mánaðin aftaná 40 % í eftirlønarskatti.

Fyri henda eftirlønarsamansparara hevði eitt árligt íløguavkast á 3,2 % í miðal givið eitt samanspart virði á uml. 2,6 mió.kr. aftaná 40 ár.

Um íløguavkastið hevði verið 6,8 %, hevði samansparda virðið ístaðin verið uml. 6,7 mió.kr., sum er meira enn tvífalt so stórt.

Nevndu tøl siga einki um, hvussu stórt samanspart virðið ein einstakur eftirlønarsamansparari í veruleikanum hevur í væntu, men lýsa einans stóra týdningin, ið íløguavkastið hevur fyri samansparda virðið í longdini.

Tryggingareftirlitið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder