Mánadagin 24. februar 2020 verður árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnuroyndum hildin á Hotel Føroyum.
Fiskivinnuroyndir er játtan, ið Fiskimálaráðið umsitur, sum hevur til endamáls at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Talan er um at stuðla ítøkiligum verkætlanum, sum fyritøkur, einstaklingar ella stovnar kunnu seta í verk. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum
Á framløgudegnum hesuferð, verða 16 verkætlanir, sum eru stuðlaðar av Fiskivinnuroyndum, lagdar fram.
Tiltakið er ókeypis, tó er luttakaratalið avmarkað og neyðugt er at melda seg til áðrenn og í seinasta lagi fríggjadagin 21. februar 2020 kl. 10:00.
Meldast kann til á heimasíðuni hjá Fiskivinnuroyndum www.fvg.fo .
Skráin fyri framløgudagin sæst her.
Fiskimálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald