2025-09-30 22:24

Árni Andreasen átti ársins útvarpshitt í 2023, "Tá eg sá teg". Nú er greitt, at fólkakæri hittmakarin verður við á Føroya Størsta Jólaborðhaldi við Tjarnir.
Um tað var í Black Birds, Juliannu Boys ella sum partur av duo'ini Marner og Árni, so hevur Árni Andreasen megna at hildið seg viðkomandi fyri dansiglaðar føroyingar í yvir 50 ár. Tí var eingin ivi um, at hann skuldi við, tá ársins veitsla verður við Tjarnir 29. november.
Frammanundan er kunngjørt, at RSP og Niclas Heri í Dynamit eisini fara at framføra til jólaborðhaldið.
Longu nú eru meira enn helvtin av atgongumerkjunum seld, siga fyriskipararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald