Innanlands

Árni Jacobsen ársins leiðari

Stjórin í verkfrøðingafyritøkuni SMJ er ársins leiðari innan privata

Árni Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-31 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Árni Jacobsen, verkfrøðingur og stjóri í ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni varð fyri løtu síðani valdur til ársins leiðara innan tað privata økið.

SMJ er ein 50 ára gomul fyritøka, sum ráðgevur innan nógv ymisk økir. Sofus Jacobsen stovnaði fyritøkuna, og Árni Jacobsen tók yvir sum stjóri í 2003, tá Sofus doyði.

Í grundgevingunum varð millum annað sagt, at Árni Jacobsen hevur skapt eitt arbeiðspláss har nøgdsemið er stórt hjá starvsfólkunum. Fyritøkan hevur greið virði, er í vøkstri, væl rikin og konsoliderað við góðum úrslitum, og er tann størsta av sínum slag í Føroyum.

Árni Jacobsen dugir at seta sær mál, og arbeiðir miðvíst og ágrýtin eftir hesum málum, sum nú eisini hevur ført við sær, at SMJ nú eisini virkar uttan fyri landoddarnar.

Hini bæði innstillaðu til ársins leiðarar eru Fróði Clementsen og Sunneva Háberg Eysturstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder