2023-09-25 18:37
Fríggjadagin 22. september hevði Ferðavinnufelagið aðalfund í Vinnuhúsinum.
Fyri vali stóðu nendarlimirnir Sakaris Frederiksen og Hans Jákup Kollslíð, og vórðu teir báðir afturvaldir. Tiltakslimurin Mimmy Vágsheyg var eisini afturvald.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árið frammanundan, við Árna Olsen sum formanni, skrivar Vinnuhúsið.
Nevndin í Ferðavinnufelagnum er: Árni Olsen, formaður; Henny á Líknargøtu, næstformaður; Hans Jákup Kollslíð; Sakaris Frederiksen; Jenny í Heiðunum; og Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald