Formannskapurin í Útnorðurráðnum hevur tikið avgerð um at útseta ársfundin hjá Útnorðurráðnum.
Fundurin skuldi eftir ætlan haldast í Altinginum í Reykjavík 15. og 16. september, men orsakað av støðuni við koronasmittuni og nýggju innferðarreglurnar, sum eru komnar í gildi í Íslandi, verður hann útsettur.
Formannskapurin í ráðnum ætlar framvegis, at ársfundurin skal vera í heyst, og verður hann helst í oktober ella november, men orsakað av óvissuni, er nýggja dagfestingin enn ikki avgjørd. Í staðin verður bíðað eftir, at støðan batnar, so tað aftur verður gjørligt hjá luttakarum at hittast í Reykjavík, boðar Útnorðurráðið frá í tíðindaskrivi.
Boð um nýggjan fund verða send út í seinasta lagi fýra vikur áðrenn.
Um tað enn vísir seg at vera torført at hava ein vanligan ársfund, fer formansskapurin at gera alt, sum hann kann fyri at seta í verk neyðugar avmarkingar, so fundurin enn kann haldast við persónligari uppmøting, hóast støðan er, sum hon er.
Hetta kann m.a. merkja, at talið á eygleiðarum verður avmarkað, at fundurin verður fluttur í annað høli, at fundurin verður styttur, og at onnur tiltøk sum døgurðar, útferðir o.a., verða avlýst. Í ringasta føri verður ársfundurin talgiltur, men Útnorðurráðið undirstrikar, at tað verður ein seinasta neyðloysn.
Í øllum førum verður ársfundurin hjá Útnorðurráðnum í ár ikki avlýstur.
Útnorðurráðið er tingmannasamstarvsnevnd hjá Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald