Reyði Krossur Føroya sóknast nú eftir uppskotum til Ársins Fyrstihjálpari 2019.
Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
Ynskið hjá Reyða Krossi er at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.
Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu nú lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.
Uppskot skulu sendast til Reyða Kross Føroya í seinasta lagi mikudagin 15. januar 2020. Ársins Fyrstihjálpari 2019 verður síðani tilnevndur mikudagin 5. februar 2020.
Til ber at senda inn uppskot til Ársins Fyrstihjálpar 2019 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald