Hvør hevur uppiborið heiðurin sum ársins íverkseti 2023? Íverksetarahúsið sóknast nú eftir uppskotum til, hvør skal heiðrast í ár.
Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn.
Ársins íverksetaradagur verður fríggjadagin 20. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Øll kunnu senda inn tilnevningar, og in dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi, skrivar Íverksetarahúsið.
Freistin at koma við tilnevningum er til og við týsdagin 10. oktober 2023. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald