Innanlands

Ársins íverkseti skal finnast í oktober

Freistin at koma við tilnevningum er fríggjadagin 17. oktober. Heiðurin verður latin á íverksetaradegnum

Suffía Nón við fyritøkuni Fjord gjørdist ársins íverkseti í fjør (Mynd: Íverksetarahúsið)

Suffía Nón við fyritøkuni Fjord gjørdist ársins íverkseti í fjør (Mynd: Íverksetarahúsið)

2025-08-06 07:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Íverksetarahúsið heitir nú á fólk um at koma við uppskoti um, hvør skal vera ársins íverkseti 2025. Øll kunnu koma við tilnevningum.

Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi. Freistin at koma við tilnevningum er til og við fríggjadagin 17. oktober.

Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]

Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.

Í tí sambandi verður Ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn. Heiðurslønin sum Ársins íverkseti verður vanliga latin á Ársins íverksetaradegi, sum í ár verður fríggjadagin 24. oktober 2025 í Varpinum í Klaksvík.

Fyritøkan Fjord gjørdist ársins íverkseti í 2024, og Intra fekk heiðurin í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder