Leiðaradagurin er á Hotel Føroyum í dag, har fleiri fyrilestrar eru á skránni og ársins leiðarar skulu kjósast.
Fyrilestrar vera við millum annað Hedvig Johansdóttir, Christian Ørsted, Steinbjørn Hardlei, Turið F. Arge og Rune Green.
Klokkan 16:15 verður kjósanin av ársins leiðarum. Tilnevndu leiðararnir innan tað almenna eru Gudmundur Joensen, sum er stjóri á ítróttarháskúanum í Suðuroy, Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.
Innan tað privata eru teir tilnevndu leiðararnir Árni Jakobsen, stjóri á SMJ, Fróði Clementsen, stjóri í Teldutænastuni, og Sunneva Háberg Eysturstein, stjóri í Sirkus.
Tað verður sum nevnt klokkan 16:15 verða ársins leiðarar kosnir. Hetta verður stroymt beinleiðis á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald