Mentan

Ársins trubadurkonsert

Fyri tónunum á ársins trubadurkonsert standa Sámal Ravnsfjall, Guðrið Hansdóttir og Eyðun Nolsøe

Guðrið Hansdóttir, Sámal Ravnsfjall og Eyðun Nolsøe

Guðrið Hansdóttir, Sámal Ravnsfjall og Eyðun Nolsøe

2018-09-08 09:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt av hæddarpunktinum á Gittartinginum 7.-8. Sept. verður trubadurkonsertin í Spaniastovu leygarkvøldið.

Fyri tónunum á ársins trubadurkonsert standa Sámal Ravnsfjall, Guðrið Hansdóttir og Eyðun Nolsøe.

Umframt tónleikin verður høvið at hoyra Rudolf&Rouch við ársins samrøðu.

Sámal, Guðrið og Eyðun

Neyvan er tað ov nógv sagt at tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa 3 av Føroya allarbestu lag- og orðasmiðjum at mynda ársins trubadurkonsert.

Sámal, Guðrið og Eyðun hava á hvør sín hátt fingið fastatøkur á føroyska tónleikapallinum. Umframt at teirra dygdir hava nomið flestu tónleikahjørtu kring landi, hava sangir teirra eisini fingið sætið í mongum hjørtum uttan fyri Føroyar.

Leygarkvøldið seta tey eitt syngjandi punktur á Gittartingið í ár.

Rudolf&Rouch

Við Petur Rouch og Rudolf Joensen ynskir Gittartingið at geva áhoyrarum atgongd til týðandi part av okkara felags tónleikasøgu. Somuleiðis er tað ein roynd at leggja lunnar undir eina fatan av tónleikinum í dag. Er tað soleiðis at tónleikurin eins og fuglurin ikki kennir til landamørk.

Við Rudolf&Rouch eiga Føroyar tveir frálíkir frásøgumenn. Teirra røddir eru kendar og vísa týdningin av at lýsa siðsøguliga fjølbroytni á og kring føroyska tónleikapallin.  

Ogna tær sitipláss á atongumerki.fo ella í Leikalund.

Vinn norðurlendska gittar

Gittartingið endar við at Notarius publikus lutar burtur tvær Norðurlendskar gittarir.

Møguleiki er at keypa lutaseðil í Leikalund. Atgongumerki til ársins trubadurkonsert er eisini ein lutaseðil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder