Innanlands

Ársúrslitið hjá Betri Banka beint yvir 100 milliónir krónur

Orsaka av fíggjarkrøvum frá myndugleikunum, umframt møguligum avleiðingum av korona-farsóttini, letur Betri banki einki vinnisbýti til móðurfelagið hesaferð. Ístaðin skulu tær 100 milliónirnar tryggjað bankan og harvið kundan

Eginpeningurin var við árslok 2019 1,723 milliónir krónur - Solvensurin 26,9 prosent

Eginpeningurin var við árslok 2019 1,723 milliónir krónur - Solvensurin 26,9 prosent

2020-03-27 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við at Betri Banki kunngerð sítt ársúrslit fyri 2019, skrivar bankin, at hann framhaldandi er millum tryggastu peningastovnar í danska kongaríkinum, og at gjaldførið er sera gott.

Farna árið var gott, men forstjórin Jean Djurhuus sigur, at orsaka av tveimum viðurskiftum, hevur bankin valt at ikki lata vinningsbýti hesaferð:

- 2019 var eitt búskaparliga gott ár í Føroyum, og úrslitið hjá bankanum er merkt av hesum, umframt at vit fingu bøtt um okkara grundrakstur. Men fyri at leggja upp fyri nýggjum fíggjarkrøvum frá myndugleikunum umframt møguligum avleiðingum av korona-farsóttini, verður onki vinningsbýti hesaferð latið til móðurfelagið. 

Hesa somu avgerð tók Bank Nordik í samband við ársaðalfundin í gjár. Bakkafrost kunngjørdi eisini í gjár, at fyribils er uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 tikið aftur 

Jean Djurhuus sigur, at í Betri Banka eru tey heppin at hava tolnar eigarar, sum hava eitt øðrvísi og hægri endamál við síni íløgu enn bara at forvinna pengar, og at góða úrslitið verður nýtt øðrvísi: 
 
- Úrslitið á góðar 100 mió. kr. verður í staðin nýtt til at tryggja bankan, so møgulig búskaparlig sveiggj ávirka kundar okkara sum minst

Betri Banki er partur av størsta føroyska fíggjarsamtakinum, Betri, sum kundarnir eiga. Fíggjarsamtakið umsitur m.a. Betri Stuðulsgrunnin, sum nýtir partar av yvirskotinum í Betri at veita stuðul til føroyska samfelagið.

Árið í stuttum:

·         Ársúrslitið: 102,8 mió. kr. 

·         Úrslitið áðrenn skatt: 124,8 mió. kr. 

·         Fíggjarstøðan javnvigar við 9.387 mió. kr. 

·         Útlán: 6.297 mió. kr. 

·         Innlán: 7.414 mió. kr.

·         Eginpeningur: 1.723 mió. kr 

·         Solvensurin við árslok er 26,9 prosent

Betri banki vísur í kunngerðini á, at herdu krøvini gera tað dýrari, og harvið truplari, at reka bankan. Áheitanin er í fleiri førum send til myndugleikar um at umhugsa støðuna: 

- Sum føroyskur SIFI-peningastovnur hevur Betri Banki, saman við hinum SIFI-peningastovninum í Føroyum, tó fingið munandi herd kapitalkrøv frá myndugleikunum – krøv, ið eru væl harðari enn krøvini til líknandi danskar bankar. Talan um avbjóðandi krøv, bæði í mun til lønsemi og útlánsvirksemi. Økt kapitalkrøv gera, at tað verður dýrari at reka bankan, og at møguleikarnir at veita ávísum kundum fígging verður avmarkað. Bankin hevur í fleiri umførum heitt á føroysku myndugleikarnar at umhugsa, hvørt so umfatandi kapitalkrøv eru neyðug til rakstur av peningastovnum í Føroyum, og serstakliga í hesum døgum, tá tað er ein stór avbjóðing at halda samfelagshjólini malandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder