Innanlands

Articon ársins virki

Gjørdist eisini ársins virki í 2008

Jón Sigurðsson og Niclas Joensen, stjórar í Articon tóku ímóti heiðrinum (Mynd: Sverri Egholm)

Jón Sigurðsson og Niclas Joensen, stjórar í Articon tóku ímóti heiðrinum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-28 17:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag var ársins virki kosið, og fyri aðru ferð var tað byggifyritøkan Articon, sum gjørdist ársins virkið.

- Ársins virkið smæðist ikki við at átaka alsamt størri uppgávur og hevur prógvað, at hon eisini klárar at megna tær, segði dómsnevndin millum annað í grundgevingunum.

Tað var ein samd dómsnevnd, sum valdi at geva Articon heiðurin sum ársins virki.

(Mynd: Sverri Egholm)

- Tá vit fyri júst tíggju árum síðani stóðu her, vóru vit umleið 110 starvsfólk. Hóast sama heystið ruku myrk luft skíggini og stór afturgongd rakti okkum og fleiri við okkum, so hava vit í dag vunnið okkum uppaftur á umleið 300 starvsfólk, segði Jón Sigurðsson, ein av stjórunum í fyritøkuni í takkarrøðuni.

- Vit hava nógv at takka fyri og nógvum at takka, segði Jón Sigurðsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder