Innanlands

ArtiCon starvsfólkadag í Norðurlandahúsinum

Evnið í ár var “felagsins sosiala ábyrgd” (CSR)

2019-04-12 19:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í góðveðrinum í dag hava øll starvsfólkini í ArtiCon luttikið á árliga starvsfólkadegnum hjá felagnum. Starvsfólkadagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.

Evnið í ár var “felagsins sosiala ábyrgd” (CSR).

ArtiCon hevur í fleiri ár skipað fyri CSR-tiltøkum til dømis innan starvsfólkaøki, trygd, samfelagsábyrgd og umhvørvi. Men í 2018 fór felagið undir at skipa CSR-økið við ætlanum fyri tey komandi árini. Á starvsfólkadegnum í dag var ein CSR-ætlan løgd fram fyri øllum starvsfólkunum.

CSR-økini, sum ArtiCon arbeiðir við, eru starvsfólk, umhvørvi, trygd, samfelagsábyrgd og etikkur. ArtiCon hevur sett sær fleiri mál innan hvørt einstakt øki.  

Nógv annað var á skránni, eitt nú framløgur, ein klumma frá Armgarð Arge, góður tónleikur frá Bjarka Hansen, góður matur og ikki minst felagsskapurin millum gott 300 starvsfólk.

Starvsfólkadagurin er eitt árligt afturvendandi tiltak hjá ArtiCon.  Dagurin eydnaðist stak væl.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder