2020-11-10 22:26

Aftur hesaferð fekk Artur Johansen álitisváttan frá veljarunum, so alt bendir á, at borgarstjórin í Sjóvar kommunu heldur fram sum borgarstjóri.
Tveir listar stillaðu upp. Listi A fekk 521 atkvøður og seks vald, meðan Listi B fekk 173 atkvøður og ein valdan.
Tey valdu á Lista A eru:
Artur Johansen 103
Andras Róin 71
Rógvi Reinert Djurhuus 58
Jóannes E. Markná 53
Steingrímur J. Jacobsen 50
Súni Forná Olsen 44
Á lista B hendi tað, at Hans Anders Jacobsen og Sonni Johansen báðir fingu 42 atkvøður, so her mátti lutakast til fyri at finna tann, ið skal í bygdarráðið.
Lutakastið fall til fyrimuns fyri Hans Anders Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald