
Hósdagin 17. juli letur Anni Haraldsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Talan er um maskinseymaðar myndir við motivum mest úr Føroyum.
Anni Harsldsen er úr Fuglafirði, hevur búð og starvast sum lærari í Svendborg í fleiri ár, men er nú farin at gera alt meira burtur úr ítrivinum at seyma listaverk burtur úr klædnarestum, garni og túll, so tú sum áskoðari kann koma at ivast í, um myndin veruliga er seymað og ikki málað.
Tað er serliga landsløg og bygdaløg úr Føroyum, sum eru motivini á áseymaðu listaverkunum hjá Anni.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp hósdagin 17. juli og er opin millum klokkan 15 og 18. Hon hongur síðan uppi til týsdagin 22. juli – allar dagarnar millum klokkan 13 og 18.
Tú kanst síggja dømir um myndirnar hjá Anni á hennara Instagram vanga

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald