Í ár er asfaltering av vegunum uppraðfest við nýggjari játtan á 10 milliónir krónur. Henda játtan er á fíggjarætlanini fyri 2024 økt til 12 milliónir krónur. Samstundis er játtanin til viðlíkahald av tunlum og brúm økt úr 5 milliónum í ár til 7 milliónir krónur í 2024.
Tað skrivar Fiskivinnu og samferðslumálaráðið.
Í ár verða landsvegirnir til Fuglafjarðar, í Gøtu og í Kollafirði asfalteraðir. Væntandi verða hesi arbeiði liðug henda mánaðin. Eisini verður asfaltsbøting raðfest, og eru m.a. á skrá Gásadalsvegurin, vegurin á Giljanesi, Gomlurætt, inni á Sundi og Gjáarvegurin.
Landsvegirnir eru 477 kilometrar samanlagt, av hesum eru 32 kilometrar tunlar. Harumframt eru Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eystur- og Sandoyartunlar, sum samanlagt eru 33 kilometrar.
- Verður hugsað um eftirsleipið av viðlíkahaldi av vegum, tunlum og brúm, so kundi játtanin verið hægri, men allir batar bøta og nú er gongd komið á at uppraðfesta hetta økið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald