2020-01-30 14:04
Árligi Asfaltdagurin hevur verið, og hesaferð var luttakaratalið methøgt: 130 fólk frá asfaltvinnuni, ráðgevum, kommunum, Landsverki og øðrum áhugaðum arbeiðsplássum luttóku. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Tað var eisini eitt asfaltslið hjá Tórshavnar kommunu, ið var eitt av teimum ið varð heiðrað. Tað fekk Herðaklappið fyri arbeiðið, ið er framt í í Tvørgøtu í Havn.
Tvørgøta (Mynd: torshavn.fo)
Asfaltarbeiði á Kirkjubrekku í Klaksvík varð eisini heiðrað á tiltakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald