Innanlands

Astrid Johannesen sett sum ferðavinnu- og mentanarsamskipari í Eysturkommunu

Felagsskapir og ferðavinnu aktørar í Eysturkommunu hava nú fingið ein at samskifta beinleiðis við í kommununi

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2023-10-13 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturkommuna hevur sett Astrid Johannesen sett í starv sum ferðavinnu- og mentanarsamskipara.

Astrid hevur starvast í Báta- og Listasavninum í Leirvík, har hon hevur fingist mest við ferðavinnu og tiltøk á savninum. Eisini hevur Astrid verið í verkætlanarstarvi hjá kommununi í 2022, har hon røkti mentanarøkið, samstundis sum hon tók sær av Báta- og Listasavninum.

Astrid er nu byrjað í starvinum sum ferðavinnu- og mentanarsamskipari, og kemur hon at taka sær av eitt nú kvøldskúlanum, ferðavinnu- og mentanarøkinum sum heild, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder