Mánadagin 2. oktober verður almennur fyrilestur við hetinum "Tónleikur hjálpir sjúklingum til ró" í Kongshøll á Vestaru Bryggju.
Granskararnir Lars Rye Bertelsen og Helle Nystrup Lund frá Aalborg Universitetsjúkrahúsi fara at hava fyrilestur á Setrinum um royndir og gransking við at brúka tónleik sum sissandi í røktini.
Granskararnir eru í Føroyum í sambandi við føroyska granskingarverkætlan um børn við fjølbreki í Føroyum, og um tónleikurin kann hjálpa børnunum við fjølbreki og svøvntrupulleikum at sova betur, skrivar Setrið.
Tað er Deildin fyri heilsu - og sjúkrarøktarvísindi, sum stendur fyri granskingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald