Innanlands

Átakið “Rørsla í Føroyum” er komið at enda

Eyðun Trúgvason og Fríða við Neyst Høgnadóttir fingu virðisløn frá ÍSF og Fólkaheilsuráðnum

Frá vinstru Andras Nolsøe, Eyðun Trúgvason og Magni Mohr

Frá vinstru Andras Nolsøe, Eyðun Trúgvason og Magni Mohr

2020-08-04 08:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í summar hava yvir túsund føroyingar gingið bygdargøtur og fjallatoppar runt um í landinum, sum tey hava skrásett við sona-appuni í rørlsuátakinum “Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið saman við Sona hava staðið fyri.

Túrarnir vórðu settir saman í samstarvi við Pól Sundskarð og heimasíðuna pol.fo. Á lítlari samkomu í ÍSF í gjár handaðu Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi hjá ÍSF og Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, virðislønir til tveir hepnar vinnarar.

Fríða við Neyst Høgnadóttir vann juli avbjóðingina, har man skuldi ganga fimm fjallatoppar. Vinningurin var eitt gávukort á 5000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum.

Eyðun Trúgvason vann høvuðsvinningin, sum er eitt vikuskiftisuppihald í Mykinesi, har Oda Andreasen og GoLocal er vertur, umframt at ferðalagið fær eina rundferð kring oyggjarnar við tyrluni hjá Atlantic Airways.

Tey bæði lata væl at tiltakinum, sum hevur givið teimum framúr summarupplivingar í føroysku náttúruni.

Eyðun, sum til dagliga hevur stillisitandi arbeiði, sigur, at gongutúrarnir eftir bygdagøtunum og í fjøllunum hava gjørt, at hann hevur haft eitt kropsliga virkið summar.

Fríða heldur, at tað er sera motiverandi, at ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri slíkum átøkum, og at hetta hevur heilt sikkurt verið viðvirkandi til, at hon hevur gingið so nógvar túrar í føroysku náttúruni í summar.

- Føroyska náttúran er vælegnað til kropsliga venjing, og ítróttasambandið vil eisini virka fyri

hesum slagnum av rørslu, sum samsvarar við allýsingina av ítrótti hjá ÍSF, sigur Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi, sum gleðist yvir, at fleiri enn túsund føroyingar hava luttikið í átakinum.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, heldur eisini, at átakið er væleydnað. 

- At brúka føroysku náttúruna er partur av okkara siðaarvi og at sameina rørslu á aldargomlu bygdagøtunum og í okkara fjøllum við snildtelefonum og appum ger, at vit samantvinna tað serføroyska og tøkniliga veruleikan, sum tey flestu liva í í dag, sigur Magni Mohr.

Sona og Fólkaheilsuráðið hava fyrr samstarvað um átakið “Hvør metur telur”, har sona-appin eisini varð nýtt.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder